Industry Textsida 1425X950

Í morgin kunnu øll melda til Vinnudagin 2023

04. september. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 29. september verður Vinnudagurin, og í morgin 5. september ber til hjá øllum at melda til.

Í dag er seinasti dagur, at tað einans er gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 2023 til serligan prís, tí í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum. Vinnudagurin er altíð vælumtóktur millum føroyskt vinnulívsfólk og tey, sum onkursvegna hava samband við føroysku vinnuna.

At hoyra á Vinnudegnum 2023 verða


Mia Wagner, vinnulívskvinna, viðstovnari av Nordic Female Founders, íleggjari og fyrrverandi løvinda í Løvens Hule.


Jon Andersen, fyrrverandi fótbóltsspælari, strategiskur stjóri og stovnari av STATE.


Shawn DuBravac, framtíðargranskari og hevur skrivað bestseljara hjá New York Times Digital Destiny og er stjóri í Avrio Institute


Óli Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og stjóri í Navia.


Eisini verður samrøða við Ólavur Ellefsen, íverkseti og ritbúnaðarverkfrøðingur, sum fer at práta um talgildu umskipanina og útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum.


Veitslan í ár verður hildin í Perluni og Reinsarínum.

Les meira um Vinnudagin her

Í dag afturat er bert møguligt hjá limum at melda til. Í morgin verður møguligt hjá øllum at melda til.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya