Í framløguni av fíggjarkørmunum fyri 2018 verður lagt upp til, at løgtingið skal játta pening til eitt tunnilslið, sum skal bora tunlar til smærru bygdirnar. Hetta verður skilaleys nýtsla av almennum peningi, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Á portalunum herfyri var yvirskriftin “Nýtt tunnilslið skal bora tunlar til smærru bygdirnar”, og verður landsstýrismaðurin í samferðslumálum siteraður fyri at siga, at peningur verður settur av á fíggjarlógini 2018 til at fíggja útgerð til eitt tunnilslið, sum skal gera tunlar til smærri bygdir. Somuleiðis at ein slík loysn skal verða viðvirkandi til, at tað skal bera til at gera hesar tunlar fyri kostprís. Hetta er eitt uppáhald, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag ivast stórliga í. Felagið kundi hugsa sær av vita, hvussu komið verður fram til hesa niðurstøðu. Alt annað líka verður henda loysnin munandi kostnaðarmiklari enn um hesi arbeiðið verða bjóðaði út til vinnuna, sum vanligt er.
Tað er als eingin orsøk hjá Landsstýrinum at ganga á odda fyri at minka um vinnuliga virksemi í landinum. Heldur eigur at verða lagt soleiðis til rættis, at verkætlanir, sum tær nevndar í tíðindastubbanum verða nágreinaðar og gjørdar klárar til útboð, soleiðis at hesi smærri arbeiðir kundu verið boðin út til vinnuna í somu løtu minni ferð aftur er á búskapinum. Soleiðis høvdu vit sum land, í staðin brúkt høvið til at byggja upp førleikar á vinnuliga økinum og samstundis arbeitt konjunkturjavnandi.
Sambært grein á portalunum er talan um verkætlanir, sum væl kundu verið skipaðar í hóskandi smærri verkætlanir soleiðis, at verandi og kanska eisini nýggjar føroyskar fyritøkur kundu bjóða seg fram innan hetta økið. Verður tað gjørt, hevði tað eisini skapt grundarlag fyri, at fleiri føroyskar fyritøkur kundu bjóða seg fram til slíkt bæði í Føroyum, men sanniliga eisini uttanlands.
At seta á stovn eitt tunnilslið og gera íløgur í tunnilsútgerð fyri at gera millum 500 og 1000 m av tunli um árið er eftir Føroya Arbeiðsgevarafelags fatan ikki serliga ambitiøst fyri ikki at siga illa umhugsað. Slík arbeiðir høvdu undir vanligum umstøðum tikið nakrar fáar mánaðir at gjørt. Umframt hetta vildi uppstartur av tunnilsliði og útgerð farið við stórum parti av játtanini á hvørjum árið.
Nær komið hevði verið á mál við hesum smærri tunnilsverkætlanum er ilt at siga, og verður helst yvir so drúgt áramál, at útgerðin má endurnýggjast upp til fleiri ferðir. Soleiðis verður hetta uttan iva ein sera kostnaðarmikil leistur at fáa hesar verkætlanir í lag.
Hetta hevði verið skilaleys nýtsla av almennum pengum og mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag staðiliga frá hesum. Uppgávan hjá landsstýrinum er at leggja soleiðis til rættis, at sum mest fæst fyri peningin, sum nýttur verður. Hetta kann bert gerast við at stimbra til vinnuliga menning, soleiðis at tær verkætlanir, sum verða framdar, verða gjørdar við nútímans tøkni og loysnum, landinum, vinnuni og borgarunum at frama.
Tað kann ikki verða meiningin, at vit í 2017 skulu brúka almennar pengar at upp- og útbyggja ein almennan stovn til at taka sær av tí, sum privata vinnan saktans kann og vil taka sær av, og sum uttan iva gerst munandi kostnaðarmiklari.
Landsstýrismaðurin átti heldur at loyst Landsverk frá útinnandi uppgávunum, stovnurin longu hevur í dag, soleiðis at stovnurin heldur fær tikið sær av verkætlanarmenning og uppfylging av teimum verkætlanum landið varðar av.