Ikki studning til húkaflotan!

15. juni. 2009 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá, at studningur verður latin til húkaflotan.

Fyri stuttum frættist, at húkaflotin hevur søkt landsstýrið um at fáa stuðul næstu árini, tí annars hórar húkaflotin ikki undan. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga frá, at studningur verður veittur vinnuni, eisini húkaflotanum. Húkaflotin hevur brúk fyri at gerast minni, og sjálvt um hetta verður ein svár tilgongd hjá nógvum, er hetta mátin at fáa lønsemi í vinnuna og eitt minni veiðutrýst á grunnarnar. Verður konkurslógin sett úr gildi og studningur veittur vinnuni, verður tað einki minni enn ein vanlukka.
Føroyska fiskivinnan sum heild er illa fyri fíggjarliga. Úrslitini seinnu árini hava verið vánalig, og fiskiskapurin minkaður. Spurningurin er, um skipanin fyri fiskiskapin undir Føroyum er nóg góð, tá tað vísir seg, at vinnan ikki klárar at konsolidera seg og enn minni endurnýggja seg.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at skipanin fyri føroyska fiskivinnu verður tikin upp til endurmetingar við tí fyri eyga at skipa eina vinnu, sum er lívfrøðiliga burðardygg og búskaparliga haldfør og gangnýtir tilfeingið á ein hátt, sum kastar mest møguligt av sær til bæði vinnuvirkir og samfelagið sum heild.
Um tikið verður samanum kann sigast, at tað eru stórar avgerðir fyri framman fyri føroyskari fiskivinnu. Politiskt má man seta sær ætlanir og mál fyri, hvussu føroyska samfelagið skal gagnnýta tilfeingið framyvir. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at ein nýggjur fiskivinnupolitikkur verður gjørdur. Fiskivinnupolitikkurin skal bróta upp úr nýggjum, og endamálið má verða at fáa eina fiskivinnu, sum fíggjarliga og lívfrøðiliga er burðardygg. Nýggi fiskivinnupolitikkurin eigur at hava sum høvuðsendamál, at fiskivinnan skal vinna pening.
Samanfatandi mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til:
Ø      at tað ikki verður farið undir at geva studning til fiskivinnuna
Ø      at nýggjur føroyskur fiskivinnupolitikkur, sum brýtur upp úr nýggjum, verður gjørdur
o       at fiskivinnupolitikkurin tryggjar, at fiskivinnan gerst fíggjarliga burðardygg
o       at fiskivinnupolitikkurin tryggjar, at fiskivinnan gerst lívfrøðiliga burðardygg.

Meira kann lesast um hetta í serstøkum parti í ársfrágreiðing felagsins 2008

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya