20230904 124451

Indiska sendikvinnan í Keypmannahavn á vitjan í Vinnuhúsinum

11. september. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyar innflyta nakað av vøru úr India, men útflyta so at siga einki til India í dag. Indiski búskapurin er í løtuni tann fimt størsti í heiminum

Í seinastu viku var indiska sendikvinnan í Keypmannahavn, Pooja Kapur, á vitjan í Føroyum. Sum part at ferðini vitjaði sendikvinnan eisini í Vinnuhúsinum, har hon fekk kunning um m.a. føroyska vinnu og um føroyskan inn- og útflutning. Føroyar innflyta nakað av vøru úr India, men útflyta so at siga einki til India í dag. Indiski búskapurin er í løtuni tann fimt størsti í heiminum.

Indiska sendikvinnan nýtti møguleikan at kunna um stóru ráðstevnuna India Nordic Baltic Business Conclave  sum verður í New Delhi síðst í november, og um møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at luttaka í sambandi við komandi vinnuferðina sum verður í november. Í hesum sambandi segði sendikvinnan at indiska sendistovan í Keypmannahavn fegin vil hjálpa fyritøkum við t.d. at finna samstarvsfelagar o.a. í India.

Løgmansskrivstovan arbeiðir saman við Vinnuhúsinum við at skipa fyri eini almennari vinnuferð til India í november, har løgmaður kemur at standa á odda fyri føroysku sendinevndini. Føroyskar fyritøkur, ið hava áhuga í at luttaka í vinnuferðini, eru vælkomnir at venda sær til Vinnuhúsið

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya