Innbjóðing til undangóðkenning í sambandi við bygging av nýggjum Vinnuhúsið

27. august. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í samband við at farið verður undir at byggja nýggja fyrisitingarbygning til Vinnuhúsið, bjóðar Vinnuhúsið áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at bjóða uppá eina ella fleiri arbeiðstøkur.

Verkætlanin snýr seg um nýbygging av bygningi á umleið 700 fermetrar umframt uttanumøkið.
Fleiri upplýsingar um verkætlanina og treytir fyri luttøku síggjast á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum undir hesi leinkjuni http://industry.fo/Default.aspx?ID=4462 .
Umsókn um undangóðkenning skal sendast til: Fastognarfelagið Sam-hald, Vinnuhúsið, Smærugøta 9A, 100 Tórshavn. Umsókn kann eisini sendast í telduposti til industry@industry.fo.
Tilfarið skal verða okkum í hendi 15. sept. 2012.
Eru spurningar til undangóðkenningina ber til at senda teldupost til Svend Sivertsen ss@fuglark.fo.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya