Innflutningstiltak í august

02. juli. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tann 23. august verður tiltak í Vinnuhúsinum um innflutningsmøguleikar úr Eurasiatisku Búskaparsamgonguni (EABS) í sambandi við, at umboð fyri felagsskapin vitja í Føroyum.

Tað er Tatyana Volavaya, sum er ráðharri í kommissiónini fyri EABS, sum fer at greiða frá innflutningsmøguleikunum úr EABS til Føroya. Tatyana Volavaya hevði frammanundan umboðanina í EABS leiðandi starv innan altjóða samstarv í russisku stjórnini.

Limalondini í EABS eru Russland, Hvítarussland, Armenia, Kasakstan og Kirgisia. Høvi verður at seta spurningar og lagt verður upp til prát eftir framløguna.

Tiltakið verður hósdagin 23. august kl. 14.00, og áhugað kunnu tekna seg við at senda teldupost til industry@industry.fo 

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L