Innkalling til aðalfundar í Ferðavinnufelagnum

23. mars. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í viðtøkum felagsins stendur, at aðalfundurin skal haldast áðrenn 1. november. Higartil hevur hann einamest verið hildin í oktober mánaði, men av tí at hildið verður, at í so langt er liðið út á ári í oktober, hevur nevndin avgjørt, at aðalfundurin nú verður hildin fyrr á árinum.

Kallað verður tí til ársaðalfundar í Ferðavinnufelagnum mánadagin 13. apríl 2015 kl. 13.30. Aðalfundurin verður hildin í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7.

Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.

Eftir formligu skránna seta ymsu yrkisbólkarnir í felagnum seg saman at kjakast um evni av felags áhuga. At enda verður tikið samanum í einum felags kjaki.

Útgreinandi skrá fyri fundin verður send limunum umleið eina viku undan aðalfundinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya