Kallað verður til ársaðalfundar í Ferðavinnufelagnum mánadagin 22. februar 2016 kl. 13.30. Aðalfundurin verður hildin í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7.
Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.
Eftir formligu skránna seta ymsu yrkisbólkarnir í felagnum seg saman at eyðmerkja felags avbjóðingar, avmarkingar og forðingar. Hetta verður gjørt í sambandi við, at ein ferðavinnupolitikkur skal orðast fyri Føroyar. Tikið verður samanum í einum felags kjaki.
Útgreinað skrá fyri fundin verður send limunum umleið eina viku undan aðalfundinum.