Skærmbillede 2024 09 16 090308

Innleiðsla í burðardyggari bygging

16. september. 2024 | Tiltak | Handverk og ídnaður | Ráðgevaravinna

Vilt tú hava ítøkilig amboð at arbeiða við burðardygd í byggivinnuni?

Í døgunum 22.-23. oktober verður innleiðsla í burðardyggari bygging við skeiðshaldarum frá Dansk Teknologisk Institut. Skeiðið verður á Hotel Hilton 22. oktober kl. 08.30-16.00 og 23. oktober kl. 8.30 til 12.00.

Á skránni er millum annað:

– Innleiðsla í burðardygd innan bygging: Innleiðslan setir grundallýsingarnar í miðdepilin fyri at geva skeiðsluttakarum felags grundarlag fyri burðardyggari bygging.

– Meginreglur og ástøði innan ringbúskap í byggivinnuni: Her verður nomið við evni sum eitt nú avbjóðingar við bygningsvavi, úrveljandi niðurtøka, projektering av bygging og verkløgum og vali av tilfari.

– Skjalfesting fyri burðardygga bygging: Hvørji skjøl hava vit í dag, eitt nú umhvørvisvislýsingar ‘EPD’? Hvussu lesa vit skjølini, og hvørjar møguleikar hava vit til skilabetri at velja tilfar?

– Burðardygd á byggiplássum: Her viðgera vit arbeiðsumhvørvi (likamligt og sálarligt), handfaring av burturkasti við burturkaststigskipanini í miðdeplinum, hvussu byggipláss eru skipað og tilfeingisnýtslu.

– Vitan og væntanir til komandi rák: Vit spáa um framtíðina og hvørji rák kunnu væntast, bæði samfelagsliga og í mun til menning av nýggjum byggitilfari og nýggjum byggiháttum.

Kostnaður er 6.500 kr. u/mvg. Rúm er fyri 25 luttakarum, og skeiðið er treytað av, at í minsta lagi 20 fólk tekna seg. Freistin at tekna seg er mikudagin 9. oktobur 2024. Tekningin er bindandi. Kunning um gjald verður send luttakarum.

Melda til hjá Umhvørvisstovuni her

Annað á breddanum

  1. Netverkið Varandi Vinna stóran áhuga

    Netverkið Varandi Vinna hevur stóran áhuga millum limafyritøkur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

    30. September. 2024 | Shipping
    Varandi Vinna
  2. Útlendingastovan kunnaði um umsóknir til útlendsk starvsfólk

    Hósdagin í farnu viku skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag saman við Útlendingastovuni fyri kunnandi tiltaki í samband við at stórur partur av avgerðarmyndugleikanum fyri fyribils- og varandi uppihaldsloyvum er flutt til Føroya.

    30. September. 2024 | Samhandil
    Útlendingastovan 4
  3. Vit eiga at savna saman IRF og KB í eina felags skipan

    Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at burturkastfeløgini, IRF og KB, eiga at verða savnað í eina felags skipan. Soleiðis framtíðartryggja vit best burturkastøkið, við betri og effektivari tænastu til vinnu og borgarar.

    30. September. 2024 | Orka
    Burturkast 1 (1)