Peter Hinchliffe, aðalskrivari í International Chamber of Shipping (ICS), vitjaði í farnu viku Reiðarafelagið fyri Farmaskip.
Reiðarafelagið fyri Farmaskip gjørdist í fjør limur í ICS, og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, fegnast um, at aðalskrivarin í ICS longu hevði høvi at koma á vitjan at kunna seg um viðurskiftini innan shipping í Føroyum.
ICS er hin fremsti altjóða felagsskapurin fyri reiðarar av handilsskipum. Felagsskapurin umboðar allar bólkar og vinnugreinar og umboðar yvir 80 % av heimshandilsflotanum. Innan økini tøkni, lógir, starvsfólkamál og politik tekur ICS sær av øllum viðurskiftum, sum kunnu hava ávirkan á altjóða shipping. Harafturat umboðar ICS reiðarar í ymsum millumtjóða felagsskapum, sum ávirka shipping. Heruppií eisini IMO, har Føroyar hava atlimaskap.
Shipping er ein skjótt vaksandi vinna í Føroyum, og sera nógv altjóða krøv, eitt nú umvegis IMO, eru til tey, sum virka í vinnuni. Endamálið við limaskapinum í ICS er sostatt í góðari tí at kunna fáa ávirkan á og kunning um nýggjar reglur og krøv til vinnugreinina.
Umframt at hitta nevndina í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip hitti Peter Hinchliffe eisini Jóhan Dahl, landsstýrismann, og vitjað varð eisini á FAS-umsitingini og á Vinnuháskúlanum.
Á myndini síggjast Jens Meinhard Rasmussen og Peter Hinchliffe við ein av simulatorunum á Vinnuháskúlanum.