Íverksetarahugurin ikki minkaður

30. november. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Korona, Brexit og aðrar óvissur í skjótt farna árinum síggja ikki út til at darva íverksetarahugin millum føroyingar.

Koronakvøkkurin og Brexit óvissan hevur ikki tikið áræðið frá føroyingum at stovna vinnulig feløg, tí higartil í ár eru í miðal stovnaði fleiri partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg samanborið við í fjør.

Sambært Skráseting Føroya vórðu stovnaði tilsamans 269 partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg í 2019.  Í seinnu helvt av november í ár, var hetta talið umleið 260. Tað svarar til næstan 24 nýstovnaði feløg mánaðarliga í ár, samanborið við góð 22 nýstovnaði feløg mánaðarliga í fjør.

Mánaðarliga miðaltalið fyri nýstovnaði vinnufeløg er sostatt eitt vet hægri í ár, enn tað var í fjør.

Korona, Brexit og aðrar óvissur í árinum, sum nú líður ímóti endanum, hava sostatt ikki tikið áræði frá føroyingum at stovna vinnulig feløg.

Talið av nýstovnaðum vinnufeløgum hækkaði nógv í 2017, tá ið lóggávan um íverksetarafeløg varð komin í gildi. Eitt íverksetarafelag er eitt serligt slag av smápartafelagi, sum kann stovnast við 1. kr. í byrjunarkapitali.

Árini beint frammanundan, at skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, lá árliga talið av nýstovnaðum partafeløgum og smápartafeløgum millum 145 og 160 . Eftir 2017, tá ið skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, hevur hetta talið ligið millum 265 og 275 nýstovnaði vinnufeløg um árið.

Tað eru samstundis strikaði færri feløg úr vinnuskránni hesi seinastu árini. Árini frá 2014 til 2016 vórðu árliga strikaði millum 113 og 130 feløg úr vinnuskránni. Árini frá 2017 til 2019 hevur hetta talið ligið millum 100 og 105 strikaði feløg árliga.

Hetta kemst av, at tað eru strikaði færri partafeløg og smápartafeløg hesi seinastu árini.

Hesi árini eru eisini stovnaði nógv íverksetarafeløg, men skipanin við íverksetarafeløgum er enn nýggj, og tí eru hesi feløgini ikki so sjónlig í hagtølunum fyri strikaði feløg. Tað vórðu stovnaði 320 íverksetarafeløg í árunum frá 2017 til 2019, og 7 vórðu strikaði aftur hesi árini. Higartil í ár eru 14 íverksetarafeløg strikaði, sum er væl fleiri enn árini frammanundan.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L