Hervør Pálsdóttir skrivar í viðmerking til hoyringssvar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, at bústaðarpolitikkur snýr seg um at útvega fleiri og fjølbroyttari bústaðir. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við hesum. Trupulleikin er bara, at førdi bústaðarpolitikkurin virkar beint øvugt.
Tað fer at minka um áhugan hjá privatum fyritøkum at byggja bústaðir, um kommunurnar fáa møguleika at seta pengar hjá skattaborgarunum í kommunal bústaðarfeløg at byggja fyri. Tað metir Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Gerst ætlanin hjá landsstýrinum veruleiki, fer tað at minka stórliga um áhugan hjá privatum at vera við til at loysa avbjóðingina við at útvega fólki tak yvir høvdið. Hetta er sera harmiligt, serliga tí tað finst ein loysn, sum kann tryggja, at bæði tað privata og tað almenna á jøvnum føti kunnu byggja neyðugu bústaðirnar.
Minni áhugi at byggja
Landsstýrið ætlar at geva kommununum møguleikan at seta á stovn sonevnd almannagagnlig bústaðarfeløg. Um kommunan velur at brúka heimildina, verður tað álagt teimum at seta millum 10 og 20 prosent av útveganarkostnaðinum í felagið sum innskotskapital. Samstundis skal Húsalánsgrunnurin í minsta lagi seta somu upphædd í felagið.
Tá fer hugurin stórliga at minka hjá privatum at byggja leigubústaðir. Tað sigur seg sjálvt, at um ein svimjari skal svimja 70 metrar, hvørja ferð kappingarneytarnir svimja 50 metrar, so gerst kappingin ikki jøvn. Úrslitið verður, at hugurin at kappast hvørvur.
Neyðugt at varðveita áhugan fyri privatari bygging
Skal avbjóðingin við vantandi bústøðum loysast, er neyðugt at tað privata verður eggjað til at átaka sær høvuðsuppgávuna at byggja fleiri bústaðir. Tað almenna klárar ikki ta uppgávuna einsamalt.
Hervør Pálsdóttir ásannar eisini í greinini, at vit hava tørv á privatari bústaðarbygging. Tó hoppar hon lætt og elegant upp um spurningin, hví tað privata framhaldandi skal vera áhugað í at byggja bústaðir, nú kommunur fáa møguleika at nýta pening hjá skattaborgarunum at kappast við.
Um vit veruliga vilja tryggja borgaranum tak yvir høvdið, er neyðugt at kappingin verður á jøvnum føti. Tað er hon ikki, um innskotni kapitalurin í almennu byggiverkætlaninum ikki skal forrentast.
Býlisstuðul ein betri loysn
Fíggingarkostnaðurin í einari byggiverkætlan kann ongantíð gandast burtur.Tað er bara ein spurningur um, hvør skal rinda fyri hann. Og skal skattaborgarin rinda part av húsaleigu hjá fólki, so má minsta krav verða, at tey fólkini veruliga hava tørv á slíkum stuðli. Við teirri loysn, sum nú er vald, er tað als ikki vist, at stuðulin endar á røttum stað, um fólk við høgari inntøku ella stórum ognum eisini hava møguleika at leiga frá kommunalu bústaðarfeløgunum.
Um samgongan vil taka atlit til bústaðarkostnaðin hjá fólki, hevði ein betri loysn verið, at tað almenna gjørdi eina skipan við býlisstuðli, sum er grundað á eina tørvsmeting hjá leigarunum, uttan mun til, um tey leiga alment ella privat.
Tá hevði kappingin millum almenna bygging og privata bygging verið javnsett, og tá høvdu vit veruliga kunnað sett ferð á bústaðarbyggingina í Føroyum.
Niels Winther
Stjóri i Føroya Arbeiðsgevarafelagi