Breiðar langtíðarsemjur fyri alt alment virksemi kunnu bøta munandi um politisku avbjóðingina at fáa eina javna og støðuga menning av føroyska samfelagnum fleiri ár fram í tíðina.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast tí um, at Kommunufelagið nú hevur vent sær til Løgmann við uppskoti um betri samskifti og samstarv um virksemið hjá landi og kommunum.
Søguliga hevur føroyskur fíggjarpolitikkur víst seg at verið viðrekandi, bæði í góðum og ringum tíðum. Hetta vísti Búskaparráðið á í 2015, og seinastu árini hava ikki verið nakað undantak í so máta, heldur tvørturímóti.
At reka virknan fíggjarpolitikk, har tað almenna skrúvar fyri og frá í tí almenna virkseminum, alt eftir, hvar búskapurin er staddur í konjunkturringrásini, er í sjálvum sær ein stór avbjóðing, ikki minst í Føroyum, her fortreytirnar fyri einum virknum fíggjarpolitikki neyvan eru til staðar.
Búskaparligu sveiggini kunnu vera knøpp og ógvuslig, og vit hava sjáldan eina neyva vitan um, hvar í búskaparligu ringrásini, vit eru stødd. Harumframt er tíðin long, frá tí at politiska skipanin reagerar, til møgulig politisk tiltøk verða sett í verk og fara at virka.
Tann mest grundleggjandi fortreytin, sum eigur at vera til staðar, áðrenn tað yvirhøvur ber til at tosa um virknan fíggjarpolitikk, er at samskipa alt alment virksemið við langtíðarætlanum, serliga á íløgusíðuni.
Henda fortreytin er heldur ikki til staðar í Føroyum, og Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast tí um, at land og kommunur nú taka samskiftið upp um at samskipa hesi viðurskifti.
Við samskipaðum langtíðarætlanum fyri alt virksemið hjá landi og kommunum, íroknað almennar grunnar og almenn partafeløg v.m., ber til at sleppa undan alt ov stórum og ógvusligum sveiggjum í búskaparliga virkseminum, tí tá fæst størri gjøgnumskygni, sum eisini gevur privatu vinnuni tryggari karmar og størri møguleikar at tillaga sínar ætlanir til samlaða virksemið í landinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta fatan, at breiðar langtíðarsemjur fyri alt alment virksemi kunnu bøta munandi um politisku avbjóðingina at fáa eina javna og støðuga menning og útbygging av føroyska samfelagnum fleiri ár fram í tíðina
Uppskotið hjá Kommunufelagnum er tí eitt gott stig á vegnum til at tálma viðrekandi fíggjarpolitikkin og stóru sveiggini, sum søguliga hava eyðkent føroyska búskapin.