Í farnu viku var ætlanin um Talgildu Føroyar almennakunngjørd í Norðurlandahúsinum.
Tað er at fegnast um, at talgildingin av samfelagnum nú verður samskipað, soleiðis at veruligt gagn kann fáast burtur úr. Vinnuhúsið tekur undir við teimum trimum høvuðstilmælunum:
- at skipa ein felags samansettan portal, soleiðis at borgarar og vinna skjótt og einfalt kunnu gagnnýta almennar og vinnuligar tænastur,
- at borgarar fáa ein tryggan talgildan samleika, sum hóskar til føroyska samfelagið og sum kann gagnnýtast av bæði vinnu og tí almenna
- at samskiftið millum KT-skipanir verður gjørd smidligari við eini Held, so sleppast kann undan dupultskráseting, samstundis sum at grunddáta verður ókeypis
Serliga gott er tað, at dentur verður lagdur á at gagnnýta og menna føroyskar førleikar, og at allar loysnirnar eru miðspjaddar heldur enn miðsavnaðar. Hetta ger, at KT-vinnan í Føroyum aftur kann mennast, at váðin gerst minni, at úrslit kunnu síggjast skjótari og at gagnið verður varandi.
Neyðugt er tó, at játtan til nýmenning av KT-skipanum fylgir við. Upphæddir sum 50 mió kr um árið vóru nevndar, og tað er nokk á eini leið.
Í dag verður meginparturin av KT-játtanini hjá tí almenna brúkt til rakstur og viðlíkahald av verandi skipanum, meðan minni parturin fer til nýmenning. Úrslitið eru fløktar skipanir, sum gerast tyngri og tyngri at viðlíkahalda. Betri er regluliga at endurnýggja skipanir.
Eitt gott prinsipp, sum eisini bleiv nevnt í Norðurlandahúsinum, er at eingin fakskipan í tí almenna eigur at vera eldri enn 13 ár. Hetta eigur eisini at vera málið hjá Talgildu Føroyum.