Jobmatch2012 verður 28. desember

01. oktober. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tórshavnar kommuna, Altjóða Skrivstovan, Vinnuhúsið og MFS eru farin undir at fyrireika karmarnar til Jobmatch2012. Eisini í ár verður starvsstevnan hildin í Føroyum millum jóla og nýggjárs.

Endamálið við Jobmatch er at tryggja vøkstur og menning av føroyska samfelagnum sum heild, harundir fyritøkum og stovnum, og tí er tað umráðandi at skapa møguleika fyri at viðlíkahalda sambandið við okkara ungdóm, soleiðis at tey velja Føroyar at virka og búgva í.

Seinasta ár var áhugin at vitja á Jobmatch stórur. Nógv fólk høvdu leitað sær oman í hugnaligu hølini hjá Østrøm fyri at fregnast um, hvat tað føroyska vinnulívið, og tað almenna høvdu at bjóða. Tey vitjandi komu úr øllum heraðshornum fyri at kunna seg um júst teirra møguleikar hjá teim ymisku fyritøkunum og stovnunum, sum høvdu gjørt seg til at møta teim ungu. Umframt úr Føroyum vóru ung búsitandi í Danmark, Norra, Bretlandi, Fraklandi, Belgia, Póllandi, USA og sjálvt úr Kina og vitjaðu á Jobmatch.

Sum luttakari á Jobmatch2012 hava vit ein einastandandi møguleika at marknaðarføra og varpa ljós á okkara fyritøkur fyri føroyska vitunartilfeingið búsitandi um allan heim, og á hendan hátt gera hesi varug við teir møguleikar, vit hava at bjóða.

Kostnaðurin fyri at luttaka á Jobmatch2012 er (umframt mvg):

-          Tilmelding áðrenn 1. oktober – 6.000DKK

-          Tilmelding áðrenn 1. november – 7.000DKK

-          Tilmelding eftir 1. november – 8.000DKK

Ynskja tit at hoyra meira um tiltakið, eru tit vælkomin til at seta tykkum í samband við Katrin I. Gregersen, projektleiðara fyri Jobmatch2012 á fartel: 283978 ella t-post katrin@syntesa.fo

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya