Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?
Eg eri ein av tveimum stjórum á Tannspenn. Fyritøkuna reki eg saman við Halldis á Grønastøð. Eg eri tannlækni, og Halldis er sertannlækni innan tannrætting. Tannspenn veitir sostatt vanliga tannlæknaviðgerð og tannrætting.
Hvar heldur fyritøkan til?
Vit húsast oman Eið 8 Klaksvík.
Nær varð hon stovnað?
Vit hava yvirtikið Tannlæknastovuna frá Hans Olav Hansen, sum hevur verið á staðnum leingi. Vit yvirtóku 1. jan 2015. So hóast eg eri nýggjur eigari, so eri eg ikki nýggj á staðnum. Eg havi arbeitt her í 20 ár.
Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?
Vit hava 13 fólk á lønarlistanum. Talan er tó um parttíðarsetanir, so hetta svarar til uml. 10 ársverk, leysliga mett.
Vinnuligir karmar í Føroyum:
Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini?
5 árini? Eg loyvi mær at fara eitt sindur longur aftur í tíð. Eingin ivi er um, at barsilsgrunnurin er tað besta, sum hent er fyri eitt kvinnuarbeiðspláss sum hetta.
Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?
Tað veit eg snøgt sagt ikki.
Hvussu eru almennu vinnukarmarnir sum heild í Føroyum mun til hjá líknandi fyritøkum í grannalondunum?
Mítt fatan er, at okkara almennu vinnukarmar eru absolutt ok samanborið við vinnukarmarnar hjá kollegum í Danmark. Eg kenni ikki so nógv til karmarnar í hinum grannalondunum.
Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?
Tað man vera sum í kommunum flest. Vit hava ikki trupulleikar við umstøðunum í kommununi. Tað skuldi so líka verið møguleikin at fáa hendur á genialum grundstykki. Eg havi følt meg vælkomnan í Klaksvík frá fyrsta degi.
Hvat kundi verið betri?
Lat meg bara nevna grundstykki eina ferð aftrat.
Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?
Fíggingarmøguleikarnir hjá okkum tykjast at vera nøktandi. Vit hava gott samstarv og gott samskifti við fíggingarveitara okkara.
Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa?
Okkum manglar pláss, altso fermetrar. Hetta er ein avbjóðing, sum vit sjálvandi sjálvar baksast við.
Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?
Vónandi hava vit tá fleiri fermetrar, og hevur fyritøkan ment seg tilsvarandi. Vónandi hava vit maktað at fylgt við tíðini eisini.
Persónligt:
Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?
Uha, eg havi muga arbeitt nógv við mær sjálvari fyri at fella til í rolluni. Eg eri ikki náttúrtalent á hesum økinum. Tó kann eg nú við sinnisró siga, at vit hava so dugnalig og erfarin starvsfólk, at mín leiklutur gevur mær frælsi, sum eg annars ikki hevði havt. Gleðist um, at vit eru tvær um Tannspenn. Eg helli meg nógv inn at Halldis.
Hvat er tað mest avbjóðandi?
Fyri meg er hetta ein stór avbjóðing, alt sum tað er. Eg havi brúkt nakað av tíð at seta meg inn í starvsetanir, rættindir og skyldur hesum viðvíkjandi. Eg havi lært nógv.
Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?
Eg arbeiði nógvar tímar, so nógvar, at eg ikki vil vita tað sjálv. Sum tannlækni arbeiði eg nokk 35-40 tímar um vikuna.
Hvør ert tú?
Eg eri tolin og tvør, orðini eru tvey stykkir av somu alin, haldi eg.
Eg eri rólig, hongur kanska eisini saman við at vera tolin. Eg blívi ikki lætt skelkað ella ørg.
Eg eri rúmlig (meini ikki volumen), men rúmi væl fólkum, sum eru øðrvísi og hugsa øðrvísi.
Spurningar um aktuell mál:
Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?
Tað veit eg ikki. Velur man Føroyar, so má man vilja Føroyar. Onkuntíð haldi eg, at vit sjálv duga ov illa at síggja, hvat er gott við at vera her.
Skulu vit hava fleiri kvinnur í partafelagsnevndir? Um ja hvussu fáa vit tað?
Ja. Tað haldi eg avgjørt. Áni ikki hvussu vit fáa tað. Haldi eg velji at sitera, ikki mín gamla, men mín fyrrverandi stjóra: Hans Olav Hansen: við at útihýsa helvtina av fólkunum úr nevndum útihýsa vit nógv meir enn helvtina av heilakapacitetinum, og tað er býtt. Kanska ikki bara tí, at vit eru klókari, men eisini tí man missir eina synergieffekt. Vit eru ikki útihýstar, men duga stak illa at halda okkum framat.
Er atgongd til arbeiðsmegi nøktandi?
Ja, tað haldi eg.
Merkir tú nakað til, at arbeiðsloysið er lágt?
Nei, havi ikki føling við hesum yvirhøvur.
Hvat merkja eitt nú broytingar í hækkaðum avgjøldum fyri tína fyritøku?
Tað sama, sum tað merkir fyri allar aðrar fyritøkur, at vit mugu tillaga okkum. Eg hevði ynskt eina einfaldari skipan við færri avgjøldum. Ólogisk gjøld/avgjøld undra meg javnan, nevni lønhæddaravgjaldið og nú kringvarpsgjaldið.
Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.