Arbeiðsmegi

Kanning: Útlendsku starvsfólkini hava stóran týdning

26. februar. 2024 | Áskoðan | Almenn tíðindi

Starvsfólkakanningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir, at yvir 70 prosent av fyritøkunum í Føroyum hava útlendsk starvsfólk í starvi. Í størstan mun er talan um ófaklærd starvsfólk.

Útlendsku starvsfólkini í Føroyum hava stóran týdning fyri privatu vinnuna. Fyri útflutningsvinnuna hevur hon avgerandi týdning fyri teirra virksemi. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í starvsfólkakanningini, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt. Í kanningini vórðu 100 fyritøkur spurdar um teirra starvsfólkatørv nú og komandi árini.

70 prosent hava útlendsk starvsfólk í starvi
Yvir 70 prosent av teimum fyritøkum, sum eru partur av kanningini, hava útlendsk starvsfólk í starvi. Eitt útlendskt starvsfólk verður í kanningini flokkað sum ein borgari í Føroyum, ið ikki er danskur ríkisborgari.

Útlendsku starvsfólkini í Føroyum eru sambært kanningini í størstan mun ófaklærd starvsfólk. Hyggja vit nærri eftir vinnugreinunum eru flestu útlendingarnar at finna á kryvjivirkjunum, botnfiskaframleiðsluni og í handverkaravinnuni. Eisini eru nógvir útlendingar í ferðavinnuni og í húsarhaldstænastum, serliga innan reingerð.

Flest hava undir 20
Tað er sera ymiskt, hvussu nógv útlendsk starvsfólk eru í starvi hjá føroysku fyritøkunum. Í kanningini siga 74 % av teimum spurdu fyritøkunum, at tey hava millum 1-20 útlendsk starvsfólk. Sjey prosent hava millum 21-50 útlendsk starvsfólk, 13 prosent hava millum 51-100 útlendsk starvsfólk og seks prosent hava yvir 100 útlendsk starvsfólk í starvi.

Tiltak fríggjadagin
Fríggjadagin 1. mars skipar Javnaðarflokkurin á  fólkatingi fyri almenna tiltakinum “Rætt til ríkisborgararætt?”, sum verður í Perluni í Havn frá kl 13.00 – 15.00 um. Á tiltakinum fer Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, at greiða nærri frá sjónarmiðunum hjá vinnuni um útlendsk starvsfólk í Føroyum.

Annað á breddanum

  1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið hava handað krøv

    Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið eru byrjaðar, tá partarnir mikudagin 20. november handaðu hvørjum øðrum krøv fyri sáttmálarnar hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

    20. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Starvsfelagið Handa Krøv
  2. Flogternur fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur er undirskrivað

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Súlan
  3. Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogteknikarar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Flogteknikarir