Kappingarlógin á Hafnia

13. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnunám skipar mikukvøldið 12. november fyri einum kunningarfundi um nýggju kappingarlógina, sum kom í gildi 1. januar 2008. Fundurin verður almennur, men er serliga ætlaður handverksmeistarum.

Á fundinum koma umboð frá Kappingarráðnum m.a. at greiða frá, nær ein fyritøka er ráðandi á marknaðinum og nær ein fyritøka misnýtir eina tílíka ráðandi støðu. Tosað verður eisini um kappingaravlagandi avtalur, útbjóðingar og hvørji amboð kappingarmyndugleikin hevur til at tryggja, at ásetingarnar í kappingarlógini verða yvirhildnar.
Kunningarfundurin verður hildin á Hotel Hafnia mikukvøldið 12. november kl. 19. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 300, men tó gjalda limir í meistarafelagnum, ella øðrum feløgum í Vinnuhúsinum, bert kr. 200.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 10. november kl. 12.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)