Kappingin um starvsfólk er gróthørð

17. mai. 2021 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Lága arbeiðsloysið í Føroyum ber við sær, at tað nærum er vorðin ein gerandiskostur hjá fyritøkum at stríðast fyri at fáa skikkaði starvsfólk. Men hesar avbjóðingar eru ikki bert í Føroyum. Eisini londini kring okkum eru í somu støðu, og tí er kappingin um starvsfólk gróthørð.

Í Danmark er stórur tørvur á faklærdum starvsfólkum. Starvsfólkini mangla ikki bert innan byggivinnuna, men eisini innan landbúnað, fiskiskap og ferðavinnu, sigur Dansk Arbejdsgiverforening.

Tøl úr Danmark vísa, at í 20 % av førunum eydnast tað ikki donskum fyritøkum at fáa sett størvini. Í ringasta føri kann støðan føra til ovhitan av búskapinum, sigur Jacob Holdbraad, stjóri í Dansk Arbejdsgiverforening.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ferð eftir ferð víst á átrokanadi avbjóðingarnar, sum føroyskar vinnufyritøkur hava í sambandi við vantandi arbeiðsmegi. Um vinnan skal verða kappingarfør er neyðugt at hava góða atgongd til starvsfólk, herundir eisini útlendsk starvsfólk.

Í nýggjastu temafrágreiðini um starvsfólk á vælferðarøkinum vísir Búskaparráðið á eftirspurningin á starvsfólki innan vælferðarøkið, og hvussu tørvurin fer at vaksa komandi árini. Eftirspurningurin frá vælferðarøkinum kann seta føroyska arbeiðsmarknaðin undir eitt stórt trýst, tí útboðið og eftirspurningur av starvsfólkum samsvara ikki.  Búskaparráðið mælir tí eisini til at skapa karmar fyri at fáa skikkaða útlendska arbeiðsmegi til landið og skapa grundarlag fyri, at tey gerast ein fult virkandi partur av samfelagnum.

Les tíðindini frá Dansk Arbeiðsgiverforening her: Mangel på arbejdskraft kan sætte opsving over styr (da.dk)

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya