Kili framleiðir 300.000 tons av laksi í 2013

29. november. 2010 | Tíðindi | Havbúnaður

Á aliráðstevnu í Oslo í seinastu viku var ført fram, at kilenska alivinnan kemur at framleiða 300.000 tons av laksi longu í 2013. Tað eru tó ikki øll, sum trúgva hesum.

Á aliráðstevnu í Oslo í farnu viku greiddi stjórin í Aqua Gen, Odd Magne Rødseth frá, at áhugin fyri at keypa rogn til framleiðslu av laksi í Kili, er sera stórur.
Metingarnar hjá Aqua Gen siga, at tað verður selt 230 mió. rogn í Kili í 2010. Um helvtin av hesum rognum gerast smolt og verða sett út á sjógv, eru 110 – 120 mió. smolt at seta út. Verður roknað við vanligum fellið í sjónum, og at fiskurin veksur til eina sláturvekt á, í meðal 3,0 kg verða 300.000 tons av laksi, sum er klárur til tøku í 2013.
Tað eru tó røddir frammi um, at alivinnan í Kili enn hevur trupulleikar at dragast við. Sjálvt um alivinnan í Kili hevur fingið nýtt regluverk at halda seg til, er avbjóðingin at fáa roynt regluverkið í verki. Bjørn Hersough, professari á Norges Fiskerihøgskole, sum hevur granskað kilensku alivinnuna, sigur, at alivinnan í Kili kann fáa enn eitt knekk, og at sannlíkindini fyri hesum eru til staðar. Hinvegin er eingin ivi um, at fyrr ella seinni er Kili aftur stór laksaalitjóð, men hann væntar, at tað kann taka nøkur ár enn (Kelda: www.kyst.no).

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya