Kim Hansen nýggjur formaður í Ráðgevarafelagnum

02. mai. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ráðgevarafelagið hevði aðalfund hósdagin 28. apríl. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Kim Hansen sum formanni.

Á aðalfundinum hjá Ráðgevarafelagnum í seinastu viku, valdi fundurin Kim Hansen frá LBF, Rúna Abrahamsen frá MAP-Arkitekum og Árna Jakobsen frá SMJ í nevndina. Árni Winther, sum seinastu trý árini hevur sitið í nevndini, tók ikki við afturvali. Fyri hann var Árni Jakobsen valdur í nevndina.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Kim Hansen sum formanni, Rúni Abrahamsen sum næstformanni og Árni Jakobsen sum nevndarlimi. Sum eykalimir vóru valdir Jákup Pauli Johannesen frá Fuglø Arkitektum og Bogi Jacobsen frá Munin.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya