Kina avmarkar innflutningin av norskum laksi

23. mars. 2015 | Tíðindi | Havbúnaður

Kinesiski matvørustovnurin AQSIQ hevur boðað frá, at innflutningur av laksi úr fylkjunum Nordland, Troms og Trondelag í Noregi verður bannaður frá í dag, 23. mars at rokna. Laksur úr hesum trimum fylkjunum stóð fyri einum fimtingi av øllum norska laksaútflutninginum til Kina.

Laksur úr øðrum norskum fylkjum er framegis loyvdur, men frá 18. apríl kann hesin laksur bert innflytast til Kina, um hann hevur eina váttan frá norsku myndugleikunum um, at fiskurin ikki hevur laksasjúkurnar PD og ILA. Norsku matvørumyndugleikarnir halda, at tað kann gerast torført hjá teimum at skriva slíka váttan.

Kina hevur eisini ávarað norsku myndugleikarnar um, at tey fara at økja um títtleikan av kanningum fyri ILA-virusinum í norskum laksi, sum verður innfluttur til Kina.

Kinesisku myndugleikarnir boðaðu eisini í fjør frá, at teir fóru at steingja fyri innflutningi av norskum laksi, frá 10. september 2014 at rokna. Hatta bannið varð tó ongantíð framt í verki, og innflutningurin av norskum laksi helt fram sum vanligt í Kina. Hóttanin um avmarkingar í innflutninginum er tó meira ítøkilig hesu ferð, tí boðini um partvísa stongsilin eru farin út til kinesisku tollmyndugleikarnar kring landið. Stjórin hjá Sjømatrådet í Kina, Sigmund Bjørgo, óttast at talan verður um ein fullkomnan stongsil, um ikki ein loysn finst í samrøðum millum norskar og kinesiskar myndugleikar.

Útflutningurin av norskum laksi til Kina hevur verið trupul seinastu árini, og er marknaðarparturin minkaður úr 90 % í 2010 til 30 % í 2014.

Kelda: Undercurrent news og ilaks.no

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4