Kina fastheldur um rentustøði - oljuprísurin hækkar

13. desember. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Kina hevur í vikuskiftinum valt ikki at hækka rentuna. Fleiri greinarar høvdu annars mett, at rentan fór at hækka.

Orsaka av, at Kina ikki hækkar rentuna, verður roknað við, at eftirspurningurin eftir olju  fer at hækka, skrivar Bloomberg News.

Tíðindini um at rentan í Kina ikki hækkar kemur afturat øðrum jaligum uppgerðum. T.d. eru goymslurnar minni enn mett var, og er tað eitt tekin um, at eftirspurningurin er størrið enn útboðið.

Harafturat kann nevnast, at WTI-oljan verður seld fyri 88,12 dollarar fyri tunnuna í New York, eftir eina hækking á 33 cent, meðan Brent oljan er hækka við 52 cent til 91 dollarar fyri tunnuna.

Kelda: EPN

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya