Kjak á Vinnudegnum: Eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag

19. september. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvussu skapa vit vøkstur, so vit kunnu varðveita nútímans samfelagið? Skal vinnan vinna meira pening?

Millum aðrar verða hesir spurningar settir í kjakinum á Vinnudegnum 2011, sum verður 30. september. Yvirskipaða evni er “Eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag”. At kjakast um evnið hava vit fingið Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu í Kappingarráðnum, Johnny í Grótinum, íløgustjóra í BankNordik og Tummas Justinussen, stjóra í Supply Service. Hesi fólk vita, hvat tey tosa um, og tora at tosa um tað, tey vita nakað um. Lagt verður aftur hesuferð upp til spennandi kjak.
Kjakinum fara tveir av okkara fremstu journalistum, Brynhild Thomsen og Uni Arge, at stýra. Vónandi fer kjakið at geva bæði vinnulívsfólki, politikarum og vanligum borgarum nakað at hugsa um, og okkara mál er, at kjakið fer at halda fram aftaná at Vinnudagurin 2011 er liðugur.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya