At trot er á arbeiðsmegi bæði her í Føroyum og í grannalondunum hevur leingi verið eyðsæð. Hetta átrokandi evnið fara vit at skifta orð um á Vinnudegnum.
Privatar fyritøkur og virki noyðast at trýsta á bremsuna og avmarka virksemið, og almennir stovnar merkja eisini sviðan av trotinum. Har Arbeiðsloysisskipanin áður plagdi at vera til fyri at hjálpa teimum arbeiðsleysu, eru tað nú arbeiðsgevararnir, sum ganga á dyrnar hjá ALS fyri at spyrja eftir fólki.
Leingi hevur listin av leysum størvum á starv.fo verið alnalangur, og miðlarnir bera javnan tíðindi um fiskavirkir, bensinstøðir, dagstovnar, røktarheim, matstovur og gistingarhús, sum mangla fólk og tí mugu avmarka virksemið og enntá eisini upplatingartíðirnar.
Hvat skulu vit gera fyri at manna mongu størvini í Føroyum?
Á Vinnudegnum 1. oktober taka vit málið upp til viðgerðar í Norðurlandahúsinum, har vit spyrja, hvørjar búskaparligu avleiðingarnar eru av starvsfólkatrotinum, og hvat kann og eigur at gerast fyri at fáa fleiri hendur til verka.
Johnny í Grótinum, búskaparsfrøðingur, hevur fyrst eina framløgu um evnið, og síðani verður kjak millum Bárð á Steig Nielsen, løgmann, Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki og Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum. Brynhild Thomsen verður orðstýrari.