Kjak á Vinnudegnum: Skal føroysk vinna hava sersømdir?

17. september. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Eru vit nóg errin av egnum vinnulívi, og hava myndugleikar, vinna og brúkarar skyldu til at hjúkla um føroyskar fyritøkur, vørur og tænastur?

Millum aðrar verða hesir spurningar settir í kjakinum á Vinnudegnum 2012, sum verður 28. september, og har yvirskipaða evnið á degnum er “Heimamarknaður – heimsmarknaður”.  At kjakast um, hvørt føroyskt vinnulív skal hava sersømdir, hava vit fingið Maluna Johansen, búskaparfrøðing, Fróða Magnussen, stjóra á Formula og Árni Winther, stjóra á Árni Winther Arkitektar. Hesi fólk vita, hvat tey tosa um, og tora at tosa um tað, tey vita nakað um.

Kjakinum fara Liljan Weihe og Uni Arge at stýra. Vónandi fer kjakið at geva bæði vinnulívsfólki, politikarum og vanligum borgarum nakað at hugsa um, og okkara mál er, at kjakið fer at halda fram aftaná at Vinnudagurin 2012 er liðugur.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya