Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?
Kanjon er ein byggifyritøka sum arbeiðir innan fakini jørð-, kloak-, betong-, timbur- og snikkaraarbeiði. Eisini hevur fyritøkan egna framleiðslu av betong, sum vit veita til kundar okkara
Hvar heldur fyritøkan til?
Fyritøkan heldur til á Oyravegnum í Klaksvík
Nær varð hon stovnað?
Fyritøkan varð stovnað í 1967 av brøðrunum Jóhannes og Kjartan Hansen
Hvussu nógv starvsfólk arbeiða í fyritøkuni?
Fyritøkan hevur í dag 45 starvsfólk
Vinnuligir karmar í Føroyum:
Hvat er tað besta tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini?
At møguleikin varð opnaður at takað inn útlendska arbeiðsmegi, tá tað trýtur við atgongd til føroyska arbeiðsmegi
Hvat er tað besta tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?
Hond má takast um handverkaralæruna og hendan má endurskoðast/endurnýggjast. Hetta mugu tað almenna og vinnan gera í felag. Partar av handverksvinnuni hava í dag trupulleikar, at fáa nóg nógvar lærlingar, og tað kemur við tíðini at fáa neiligar avleiðingar fyri vinnuna og samfelagið sum heild.
Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi fyritøkan er?
Umstøðurnar eru sum heild góðar
Hvat kundi verið betri?
Tað kundi veri fleiri og betri grundøkir til vinnuna. Eisini kundi samskifti við vinnuna verið betri
Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?
Hon er sum heild ílagi, men tó tykjast krøvini til byggivinnuna at vera hægri enn í øðrum vinnugreinum
Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa? (Um ja, nevn so tær týdningarmestu)
Nøktandi arbeiðsmegi, fígging og neyðugt hepni
Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?
Byggivinnan á føroyska marknaðinum er tengd at sveiggjunum í føroyska búðskapinum, og sum kunnugt, so hava tey verið stór.
Tí er ilt at meta, hvar vit eru um 5-10 ár. Men eg síggi ein javnan vøkstur fyri mær, tað er í hvørt fall mítt ynski.
Persónligt:
Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?
Tað er, saman við so góðum og dugnaligum starvsfólkum, at kunna vera við at skapa nakað
Hvat er tað mest avbjóðandi?
At tilllaga seg til umstøðurnar
Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?
Umleið 55 til 60 tímar
Spurningar um aktuell mál:
Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?
Tað er víst á nógv skilagóð tiltøk fyri at fáa fólkatalið í Føroyum at vaksa. Men t.d. at vit í størri mun kunna útbúgva okkum her heima, so lestrartíðin í útlondum verður stytt, tað trúgvi eg, er ein gongd leið.
Men sum heild sakni eg ein ávísan hugburð millum føroysk miðaldrandi og ung. Tað er hetta, sum kann speglast í kendu orðunum hjá JFK “ ask not what your country can do for you — ask what you can do for your country “
Er atgongdin til arbeiðsmegi nøktandi?
Í løtuni er atgongdin nøktandi orsaka av lága arbeiðsloysinum, tí til ber at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi.