KV ‘24 (Facebook Post)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kommunur eiga at lækka skattin

14. oktober. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fleiri kommunur eiga at taka stig til at lækka kommunuskattin. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum støðugt varpar ljós á týdningin at lækka lønarskattin í Føroyum.

Seinnu árini er ov lítil partur av inntøkuvøkstrinum í almennu kassunum farin til at fíggja lættar í lønarskattinum. Til dømis øktust samlaðu skattainntøkurnar hjá føroysku kommununum við umleið 15 prosentum frá 2020 til 2023. Hetta átti at givið rúm fyri skattalættum hjá fleiri kommunum, samstundis sum tað hevði borið til at raðfest kommunalu kjarnuuppgávurnar innan eitt nú dagstovnaøkið, eldraøkið og vatn- og renovatiónsøkið.

Heldur enn at lata borgararnar rinda minni í skatt, hava kommunalu útreiðslurnar runnið avstað. Bara frá 2022 til 2023 er vøksturin knappa hálva milliard.

Tey valevni, sum bjóða seg fram til kommunuvalið í komandi mánaði, eiga at taka hetta í álvara, og arbeiða fyri at tálma útreiðslunum og lækka skattin.

Kann draga fólk
Tað fer at gagna okkara samfelag, um fleiri kommunur lækka skattin. Tað fer at bøta um okkara møguleikar sum land at kappast við onnur lond um at fáa fólk at búseta seg og virka her, eins og tað ger tað meira lokkandi hjá fólki at taka eitt eyka tak.

Í mun til landsskattin, sum er progressivur, er kommunuskatturin flatur. Tað merkir, at øll rinda sama prosentpart fyri inntøkur yvir 30.000 kr um árið . Skattalættar eru sanniliga eisini vælferð, og við einum flatum kommunuskatti kann ein lægri skattur muna væl – ikki minst hjá barnafamiljunum.

Í innanhýsis kappingini millum kommunurnar, kann ein lægri skattur eisini gera tað enn meira lokkandi at velja júst tykkara kommunu.

Stórur almennur útreiðsluvøkstur
Hagtølini vísa, at almenni útreiðsluvøksturin heldur fram við at vaksa. Tann størsti almenni útreiðsluvøksturin er í løtuni í kommunala geiranum. Í fjør vuksu tær 11,9 prosent. Íløgurnar hjá kommununum hava ongantíð verið størri, og fyri fyrstu ferð nakrantíð komu tær upp um eina milliard krónur í 2023.

Nógvar kommunur átaka sær eisini uppgávur, sum privata vinnan bæði kann og eigur at røkja. Dømi um hetta kann vera at sláa gras, rudda kava, reka kantinur ella knúsa grót. Eisini her eru møguleikar fyri at spara pening í rakstrinum. Um kommunurnar eru tilvitaðar um at vísa afturhaldni í útreiðsluvøkstrinum, og leggja dent á kommunalu kjarnuuppgávurnar, gevur tað rúm fyri at lækka kommunuskattin. Ein persónsskattur, sum lækkar, økir eisini um talið á fólki, sum kunnu klára seg sjálvi uttan hjálp frá tí almenna.

Miðal skattaprosentið góð 20 prosent
Kommunuskattaprosentið í teimum 29 kommununum í Føroyum er í miðal 20,02 prosent. Tað hægsta kommunuskattaprosentið er 21,50 prosent, meðan tað lægsta er 16,00 prosent. Vónandi er bæði miðal og hægsta kommunuskattaprosentið lækkað, tá vit um fýra ár aftur fara á val.

Tað skulu tey valevnini, sum hesuferð bjóða seg fram, tryggja.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L