KV ‘24 (Facebook Post)

Kommunur eiga at raðfesta landstreym beinanvegin

21. oktober. 2024 | Tíðindi | Shipping

Nú tað stundar til kommunuval vil Reiðarafelagið fyri Handilsskip minna á, at føroysku kommunurnar hava ein gyltan møguleika at gera mun á grønu leiðini við at veita skipum landsstreym. Landstreymur er avgerandi fyri kappingarførið hjá havnum og reiðaríum og fyri trivnað hjá borgarum.

Føroyski handilsflotin er fevndur av strongum altjóða umhvørviskrøvum, sum hava til endamáls at minka um útlátið. Eitt avgerandi átak á leiðini at gerast meira burðardygg er, at havnir kunnu veita skipum landstreym.

Tað eru eisini greiðir fyrimunir hjá kommunum við at bjóða landstreym. Landstreymur er ein munandi íløga, men langtíðar ágóðar ísv. fígging, umhvørvi og umdømi eru eyðsæddir. Íløga í landstreym tryggjar ikki bert framtíðar kappingarførið hjá havnum, men samsvarar eisini við alheims burðardygdarmál, sum fara at tiltrekkja skip, samstundis sum betrað verður um lívsgóðskuna hjá lokalsamfelagnum. Hetta framskygda stigið fer at staðseta havnir sum leiðandi innan grønan maritima logistikk og tryggja sær pláss á einum skjótt mennandi umhvørvisliga tilvitaðum heimsmarknaði.

  • Vit eftirlýsa, at kommunurnar taka sín leiklut í størri álvara og gera neyðugu útbyggingarnar fyri at veita okkara skipum landstreym. Fyrimunirnir við landstreymi eru nógvir - eitt nú kann landstreymur minkað munandi um útlátið. Larmur frá skipunum minkar eisini og reiðaríini hava betri møguleika at liva upp til altjóða umhvørviskrøv, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.

So hvørt sum umhvørvisreglur herðast um allan heimin er sannlíkt, at havnir, ið veita landstreym, hava ein kappingarfyrimun at fáa vitjan frá reiðaríum, ið eru tilvitað um umhvørvið. Ein havn, sum ikki ger íløgur í landstreym, kann missa kundar til havnir, sum bjóða grønar loysnir.

  • Umleggingar til landsstreym taka tíð. Eitt er fyrireiking og at seta landstreymsanleggið upp, men skipini mugu somuleiðis gera umleggingar umborð fyri at kobla til landstreymsanleggið. Vit eru alt ov sein á veg á hesum økinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.

Í fíggjarlógaruppskotinum til komandi ár sæst, at landsstýrið ætlar at seta av 2 mió. kr. árliga komandi  trý árini í stuðli til kommunurnar at útbyggja landstreym. Hetta er ein gott átak á leiðini at fáa landsstreym, hóast talan ikki eru um eina stóra upphædd.

Føroyar hava samtykt at fylgja teimum krøvum, sum International Maritime Organisation (IMO) setur fyri at minka um útlátið. Fyri at røkka hesum málum mugu øll gera sín part. Handilsskip eru sinnað at gera neyðugar íløgur, og hava í fleiri førum longu gjørt tær. Landið og kommunur mugu eisini gera sín part – við  at gera íløgur í landstreym til skipini.

 

Annað á breddanum

  1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið hava handað krøv

    Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið eru byrjaðar, tá partarnir mikudagin 20. november handaðu hvørjum øðrum krøv fyri sáttmálarnar hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

    20. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Starvsfelagið Handa Krøv
  2. Flogternur fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur er undirskrivað

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Súlan
  3. Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogteknikarar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Flogteknikarir