Hetta vísur kanning, sum Dansk Industri hevur gjørt.
Tá virkir í Danmark greiða frá hvat tey ynskja av síni kommunu, eru tey mest týdningarmiklu økini fylgjandi: gott vegakervið, lágir skattir og nógv arbeiðsmegi. Hetta vísur ein nýggj kanning sum Dansk Industri hevur gjørt. Tað týdningarmiklasta er at vegakervið, herundir busssamband vm. er gott. Hetta fyri at arbeiðsfólk og onnur tung ferðsla kann koma aftur og fram.
Harafturat er tað næstan líka umráðandi fyri virkini, at kommunurnar lækka skattirnar, avgjøldini og ómaksgjøldini fyri at virkini eru kappingarfør.
Sum nummar trý á listanum verður nevnt, at tað er umráðandi at nøktandi arbeiðsmegi er í kommununi, og at “kvalifisera” arbeiðsmegi eisini er tilstaðar.
Omanfyri nevndu trý øki, eigur ein kommuna at raðfesta høgt, um man spyr fyritøkurnar og skal tekkjast teimum. Kanningin er grunda á 2.200 fyritøkur í Danmark. Eisini verður m.a. ført fram, at um omanfyri nevndu økir ikki eru nøktandi, eru sannlíkindi fyri at ein fyritøka klárar seg munandi verri enn aðrar - har umstøðurnar eru betur. Harafturat verður gjørt vart við í kanningini, at tær vanligu vælferðartænasturnar so sum skúlar, barnaansing osfr. framvegis liggja sera ovarliga.
Kelda: DI Business