Krav um kanning av Finansiel Stabilitet

13. desember. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Stór ónøgd hevur stungið seg upp millum teir flokkar í Fólkatinginum, sum vóru við til at gera semju um tann fyrsta bankapakkan. Funnist verður at háttinum, ið Finansiel Stabilitet verður fyrisitið eftir , og tað verður kravt, at Brian Mikkelsen, búskapar- og vinnumálaráðharri, má kanna málið.

Nógvir ónøgdir bankakundar hava vent sær til tíðarritið Økonomisk Ugebrev, og tað hevur havt við sær, at nógvir politikkarar hava funnist at Finansiel Stabilitet, fyri at felagið hevur verið ov harðrent ímóti kundum.
Sambært Colette Brix, ið umboðar Dansk Folkeparti og er næstformaður í vinnunevndini hjá Fólkatinginum, er hon til reiðar at taka stig til eina umfatandi kanning av Finansiel Stabilitet, um ráðharrin ikki sjálvur ger nakað við málið.
Sosialdemokratarnir siga, at ætlanin var ongantíð, at burðardyggar fyritøkur skuldu verða kleimdar, og eisini tey í Radikala Vinstra skerpa tónan.
“Vi kunnu ikki liva við illgrunanum um teir framferðarhættir, sum eru lýstir,” sigur Morten Østergaard, sum er framsøgumaður í vinnumálum hjá Radikala flokkinum.
Brian Mikkelsen vil ikki lova nakra umfatandi kanning av málinum, men sambært Økonomisk Ugebrev er danska búskapar- og vinnumálaráðið tó fari undir at kanna atfinningarnar.
Kelda: borsen.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya