Krav um koronapass

08. november. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag krevur koronupass, tá størri tiltøk verða.

Seinasta 1½ árið eru tað mong tiltøk, sum eru avlýst og útsett fyri at fyribyrgja smittuspjaðing, eisini hjá okkum í Vinnuhúsinum. Nú smittutølini við COVID-19 eru so høg sum ongantíð áður, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt av, at seta krav um koronapass fyri at kunna luttaka til størri tiltøk, t.e. prógv fyri lidna koppseting, andevnisváttan um ein hevur verið sjúk/ur, ella negativa PCR test, sum ikki er eldri enn 48 tímar.

Heilsufakligu myndugleikarnar mæla til, at krøv antin verða sett um koppseting ella negativa test. Fólk, sum hava verið sjúk við COVID-19, verða javnsett við koppsett í hesum sambandi. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt av at taka ráðgevingina til eftirtektar og eftir samskifti við koronaráðgevingina gjørt av, at seta krav um koronapass í sambandi við størri tiltøk.

Henda skipan verður galdandi til heilsufakligu myndugleikarnar broyta tilmælini hesum viðvíkjandi.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya