Kreppan sendir vørur longri burtur

18. januar. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Danskar vørur ferðast í miðal 150 kilometrar longur enn áðrenn kreppuna. Tað er niðurgongdin á teimum vanligu marknaðunum, sum fær fyritøkur at hyggja longri vekk, heldur professari.

Danskar vørur mugu longur burtur fyri at finna sínar kundar.
Ein nýggj kanning hjá DI vísir, at miðal vøran ferðast 150 kilometrar longur í dag, enn áðrenn kreppan byrjaði. Gongdin kemur aftaná 20 ár, har miðal útflutningslongdin stórt sæð ikki er broytt yvirhøvur.
Frágreiðingin er, at niðurgongdin hevur verið størst á teimum vanligu marknaðunum: Svøríki, Týsklandi og Stórabretlandi, meðan marknaðirnir í Asiu ikki eru líka hart raktir av kreppuni.
Tað liggur nær at halda, at fyritøkurnar byrja at leita longur burtur, tá vanligu marknaðirnir verða raktir av kreppu. Man væntar, at vøksturin verður størstur á asiatisku marknaðunum komandi árini, og tí fer danskur útflutningur eisini framyvir at hava longri flutning, sigur økonomiskur ráðgevi í DI Allan Sørensen.
Fyritøkur úr Frankaríki, Írlandi og Portugal hava verið nógv betri at uppsøkja nýggju marknaðirnar í Suðureysturasiu, vísir kanningin. Og sambært Torben Pedersen, professara á Copenhagen Business School, hava danskar fyritøkur verið vendar móti Evropu og USA. Men kreppan hevur fingið tær at vakna.
Danskar fyritøkur hava verið ov seinar at uppdaga nýggju marknaðirnar. Tað hevur verið neyðugt við eini kreppu og lágum vøkstri á vanligu marknaðunum til at fáa eyguni upp, soleiðis at tær av álvara eru byrjaðar á nýggju marknaðunum, sigur Torben Pedersen.
Kelda: DI

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya