Raðfestingar í føroyska samfelagnum í dag eru avgerandi fyri, um vit detta av í svinginum ella ikki. Um tað hendir, verður ringt at fóta sær aftur og sjálvi klára at varðveita tað vælferðarsamfelag, ið vit eru von við og ynskja fyri okkara eftirkomarar.
Ein treyt fyri at vera við og menna føroyska samfelagið, samsvarandi tí, sum hendir í heiminum rundan um okkum er, at vit hava eitt støðugt hækkandi útbúgvingarstøði á arbeiðsmegini í Føroyum. Tí er altavgerandi, at tey góðu tiltøkini, ið byrjað er uppá í skúlaverkinum seinastu árini, á Setrinum og aðrastaðni við, ikki vera steðgaði av, at búskaparligu útlitini eru versnaði.
Tvørturímóti er tað nú, vit eiga at satsa uppá at uppbyggja tað undirstøðukervið, ið skal vera grundarlagið fyri, at vit kunnu arbeiða okkum úr trupulleikunum. Tað týdningarmesta undirstøðukervið, ið manglar í dag, er ikki vegir og tunlar, sjálvt um teir eisini eru góðir at hava, men harafturímóti ein vælvirkandi undirvísingarskipan frá fólkaskúla til universitet.
Tað, sum skal til fyri, at vit kunnu byrja uppá nýskapandi virksemi og eisini menna og varðveita kappingarføri í traditionellu vinnunum er, at dugnaligir ungir føroyingar vilja vera verandi í Føroyum og hava eitt universitetsumhvørvi av festa teirra víðari útbúgving í.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at okkara dugnaligastu ungu eru tvungin til at fara av landinum fyri at útbúgva seg, og bert ein lítil partur av teimum kemur aftur.
Fyri KST-lesandi var hettar eisini støðan, inntil tað gleðiliga hendi, at Fróðskaparsetrið byrjaði at menna eitt KST-umhvørvi og útbúgvingar innan hetta øki. At politiska skipanin sá út til at stuðla hesi ætlan, var til stóra fragd fyri KST vinnuna í Føroyum.
Fyri jól frættist, at dugnaligar professarar vóru settir í starv inn økið, herímillum eisini útlendingar við framúrskarandi altjóða viðurkenningum og netverki. Hetta átak er longu byrjað at draga at sær lesandi og fyrsti flokkurin er longu byrjaður. Møguleikarnir eru mangir og vinnan er sera spent uppá at gagnnýta hesar fult út.
Tað má ikki henda, at raðfestingar, trongur búskapur og fíggjarlóg viðføra, at vit fella tiltøk, ið skulu føra til, at vit hava eina líkinda skúlaskipan, herímillum Setrið og KST-umhvørvi. Vit mugu kunna krevja, at politikararnir megna uppgávuna at varðveita og víðarimenna hetta eitt tað týdningarmiklasta undirstøðukervi vit hava.
KT - FELAGIÐ
Michael Thomsen, formaður