Herfyri vóru serfrøðingar úr Bretlandi í Vinnuhúsinum og greiddu frá um ES persónsdatalóggávuna (General Data Protection Regulation) og hvussu hendan kemur at ávirka Føroyar.
Cavan Arrowsmith, tekniskur stjóri, og Steve Hewison, stjóri, á Winterhawk Consult, sum er altjóða ráðgevarafyritøka, vitjaðu KT-felagið í fyrireikingunum fram ímóti, at ES persónsdatalóggávan kemur í gildi 25. mai 2018. Winterhawk Consult arbeiðir saman við altjóða kundum, so sum Land Rover og Coca Cola, at fyrireika seg til nýggju umstøðurnar eftir at peronsdatalógin kemur í gildi.
Tað eru rættiliga umfatandi krøv, sum fyritøkur og stovnar skulu lúka. Eitt nú fær hin einstaki ES borgarin rætt til altíð at fáa at vita, hvørjar upplýsingar einhvør organisation hevur um ein. Eisini fer at bera til, at krevja at fáa allar upplýsingar slettaðar um seg sjálvan, sum ein fyritøka ella stovnur hevur. Hetta er galdandi fyri upplýsingar á pappíri eins og í elektroniskum formi. Megna fyritøkur og stovnar ikki at eftirlúka hesum krøvum verður bót at rinda á 4% av altjóða umsetninginum ella á 20 mió Euro.
Føroyar hevur støðu sum triðja land til ES, og fær undantaksstøðu fram til 2022, men skal hereftir fylgja ásetingunum. Tó skulu fyritøkur, sum hava deildir í ES landi longu næsta ár fylgja nýggju reglunum.
Tiltakið í Vinnuhúsinum varð væl vitja og gott og gevandi kjak var eftirfylgjandi.