KT-felagið ynskir at kanna hvussu nógv KT-fólk eru í Føroyum. Í hesum sambandi hevur felagið gjørt eitt lestrarstarv, sum lesandi kunnu søkja.
KT-felagið, sum húsast í Vinnuhúsinum, hevur sett sær sum mál, at í minsta lagi 1000 KT-fólk skulu vera virkin í Føroyum. Sambært eini meting, sum KT-felagið hevur gjørt, starvast á leið 1% av teimum arbeiðsvirknu í landinum innan KT-økið. Hetta svarar til umleið 200 KT-fólk, og er hetta munandi lægri enn í grannalondum okkara, har uml 4-5% starvast innan KT.
Seinastu árini er talið av lesandi í Føroyum hækkað rættiliga nógv. Frá skúlaárinum 2004/2005 til skúlaárið 2015/2016 øktist talið av lesandi í Føroyum úr 576 til 973, sum er ein øking á næstan 70%. Hetta fegnast KT-felagið um, og ynskir at gera sítt til, at tey mongu lesandi fáa eitt tættari knýti til vinnuna. Tí er felagið aktivt á www.leinkjan.fo, sum er ein portalur, ið Vinnuhúsið eigur og rekur, hvørs endamál er at knýta sambond millum lesandi og føroyskar fyritøkur gjøgnum verkætlanir, lestrarstørv/starvslestur og eina mentorskipan.
Samstundis sum at tað er gleðiligt, at mundandi fleiri nema sær útbúgving í Føroyum, er tað týdningarmikið, at tey lesandi ogna sær starvsgevandi royndir, soleiðis at hesi hava eina smidliga leið frá lestri út á arbeiðsmarknaðin.
Starvslýsingin frá KT-felagnum er at finna á Leinkjan.fo.