KT-felagið: Mugu menna fleiri KT-førleikar

KT-Felagið 01. februar. 2021 | Tíðindi | KT- og samskifti

KT-breytin á NámX heldur fram komandi skúlaár. Slík tilboð hava stóran týdning fyri framtíðar samfelagið heldur KT-felagið.

Tað er alneyðugt við fleiri KT-førleikum í Føroyum, um vit skulu standa okkum í framtíðar samfelagnum. “Í KT-felagnum arbeiða vit áhaldandi fyri, at tað skal gerast møguligt hjá føroyskum ungdómi at nema sær útbúgving innan KT. Tøknin og talgildi heimurin eru í støðugari menning, og tað er alt avgerandi at vit fylgja við”. Tað sigur Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum.

KT-breytin á NámX er samstarv ímillum Eysturskúlan og KT-felagið, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani. Bæði árini hava fleiri enn 20 næmingar verið á breytini. Endamálið við samstarvinum er bæði at kveikja áhugan fyri KT, men eisini at brynja ungdómin við grundleggjandi førleikum í einum breiðari høpi.

Á KT-breytini læra næmingarnir breitt um KT. Undirvísingin er skipað í trý modul, sum eru um Microsoft Office, forritan og hardware. Lærarar á NámX taka sær av undirvísingini í Office pakkanum, meðan undirvísarar úr vinnuni, sum KT-felagið finnur, standa fyri hardware- og forritanarpartinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya