KT-felagið nýggjan formann

17. oktober. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin í KT-felagnum hevur skipað seg av nýggjum við Bjarna Askham Bjarnason sum formanni. Petur Mittún, sum hevur verið formaður, er farin úr nevndini vegna nýtt starv.

Bjarni Askham Bjarnason hevur sitið í nevndini síðani 2007. Í nevndini sita harumframt Fróði Magnussen, Micheal Thomsen, Niels Christian Nolsøe.  Sum tiltakslimur er valdur Fridolin Bic.
KT-felagið er felag hjá føroysku KT feløgunum og endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur og at útinna felags áhugamál soleiðis at KT vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.
Felagið hevur 12 limir og hjá limunum starvast yvir 500 starvsfólk.  Árligi umsetningurin hjá liminum er yvir 600 mió.kr.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya