Ráðgevarafelagið og KT-felagið hava tikið felags stig til at skapa fokus á KT í byggiverkætlanum. Málið er at fáa bygningar, har hædd verður tikin fyri brúkaravinsemi og tøkniligari menning.
KT í byggiverkætlanum. Limirnir í Ráðgevarafelagum og KT-felagnum eru nevniliga tey, ið koma við í byggiverkætlanir sum tey fyrstu og síðstu. Tí er avgerandi, at hesir aktørar hava felags fatan av einum tøkniliga brúkaravinarligum bygningi.
Avbjóðingin við tøkni í bygningum gerst meira og meira aktuell. Vit fáa tøkni inn allastaðni, ikki bert av fíggjarligum áum, men orsaka av starvsfólkatrotið, sum kemur orsaka av broyttu fólkasamansetingini, við at alt færri eru á arbeiðsmarknaðinum, sæð í mun til tey sum fara av arbeiðsmarknaðinum. Automatisering og brúk av tólmenni (robottum) er neyðugt, um vit framyvir skulu veita somu tænastur sum í dag, til dømis innan vælferðarøkið. Vinnan vísir vegin á hesum øki. Fara vit út á framleiðslurnar í dag so eru hesi í alt størri mun framdar av tólmenni, har vit m.a. síggja robottar skera flak, leggja fløk í eskjur, pakka eskjur osfv. At tøkni komandi árini kemur inn allastaðni, merkir at bygningar muga gerast klárir til at fáa tøkni inn.
Til heimleiðistiltakið greiddi Jóan Magnus Gunrim frá SMJ, hvussu tað fyrigongur, tá elinnleggingar og eisini KT verður projekterað. Eisini legði Piddi Olsen frá Formula fram um, hvussu KT-veitarar síggja avbjóðingina við, at KT ofta kemur seint inn í byggiverkætlanir.
Endamálið við heimleiðistiltakinum var at seta hol á felagsarbeiðið fyri at betra um verkætlanirnar og tryggja byggiharrum so brúkaravinarligar byggingar sum gjørligt. Hetta var fyrsta stig á leiðini. Ætlanin er nú at fara í holt við at framleiða eitt standardskjal, sum skal minna byggiharrar á, at viðgera hvønn tøkniligan tørv bygningurin hevur.