26. november skipaði KT-felagið fyri heimleiðis tiltaki, har nýggja heimasíðan kt.fo varð løgd fram.
Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum, greiddi frá nýggja átakinum hjá KT-felagnum og heimasíðuni. Endamálið við átakinum er, at seta fokus á føroysku KT-vinnuna og vísa á hennara fjølbroyttu førleikar, royndir og fyrimunir. Heimasíðan fortelur millum annað góðar søgur frá føroysku KT-fyritøkunum, sum allar á sín hátt framleiða føroyskar skipanir og tænastur til alment og privat. Eisini gevur heimasíðan eitt serstakt yvirlit yvir virkisøkir hjá teimum ymisku fyritøkunum. Hetta kemur at lætta um hjá teimum, sum hava tørv á KT-loysnum, men møguliga ikki fáast við hetta dagliga.
Eitt rák er longu byrjað, har innkeyparar av KT eru blivnir meira tilvitaðir um tær loysnir teimum tørvar. Í tí sambandi framstanda føroyskar KT-loysnir aloftast sum tær skilabestu, tí í Føroyum hava vit røttu førleikarnar at framleiða til serstaka tørvin her heima. Føroyskar KT fyritøkur skilja føroyska brúkaran.
“Heldur enn at síggja ein størri váða í at keypa føroyskar KT-tænastur, eiga vit at síggja tað sum ein tryggleika bæði í mun til tíð, pengar og góðsku. Føroyska KT-vinnan hevur førleikarnar, skilir tørvin betur og hevur nógv meiri at missa enn útlendskar fyritøkur, um tað gongur galið." – Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum.
Á heimleiðis tiltakinum greiddi Jan Ziskasen, nýggjur stjóri á Føroya Tele, frá sínum visiónum um talgildu framtíð Føroya. Í framløguni vísti hann á teir mongu møguleikarnar, vit sum modernað smátjóð hava við at menna skipanir, sum fyrst kunnu koyrast her heima fyri síðani at uppstigast úti í heimi.
KT-felagið fegnast um stóru undirtøkuna fyri tiltakinum. Næst á skránni er KT-dagurin, sum verður hildin á Hotel Føroyum 24. februar 2016.
Vitja heimasíðuna her: kt.fo