Kundar rætt at klaga føroyskar peningastovnar til Pengeinstitutankenævnet

14. juni. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Avtala er gjørd millum Felagið Peningastovnar og Finansrådet um, at klagur kunnu setast fram um føroyskar peningastovnar fyri Peningastovnskærunevndina.

Avtalan kom í gildi 1. januar 2011.
Avtalan fevnir um klagur, har kravið er íkomið, eftir at avtalan kom í gildi.
Kærunevndin viðger bara klagur frá privat kundum. Kærunevndin viðger ikki klagur frá vinnu kundum og parta- og smápartafeløgum.
Klagan skal viðvíkja eini ítøkiligari fíggjarligari trætu.
Treytin fyri, at Kærunevndin viðger eina klagu, er, at klagarin til fánýtis hevur vent sær til sín peningastovn til tess at fáa eina nøktandi loysn.
Fyri viðgerðina av klagumálunum galda tær til hvørja tíð galdandi viðtøkur fyri Peningastovnskæru-nevndina
Klagurnar verða viðgjørdar  sambært føroyskari lóg og rætti.
Klagan og skriv annars til Peningastovnskærunevndina skulu vera orðað á donskum.
Avgerðin, ið Kærunevndin tekur í málinum, verður eisini orðað á donskum.
Í teimum málum, har klagur um føroyskar peningastovnar verða viðgjørdar, skulu føroysku peningastovnarnir syrgja fyri, at eitt dansktalandi umboð er hjástatt ella tøkt.
Klagur frá privat kundum, bæði í tí føri kravið er íkomið fyri 1. januar 2011 og seinni, kunnu framvegis setast fram fyri klaguábyrgdarhavaranum í avvarðandi peningastovni samsvarandi klaguvegleiðing, ið finst á heimusíðunum. Peningastovnurin og tann klaguábyrgdarhavandi fara at viðgera klagur við atliti til galdandi rætt og praksis hjá Peningastovnskærunevndini.
Víst verður annars til heimasíðuna hjá Peningastovnskærunevndini www.pengeinstitutankenaevnet.dk
Felagið Peningastovnar
Nærri upplýsingar: Súni Schwartz Jacobsen, formaður, tlf. 348 000

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya