Kunnandi fundur um Horizon 2020 í Vinnuhúsinum

26. oktober. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Kunnandi fundur um møguleikarnar hjá vinnufyritøkum í ES granskingarprogramminum Horizon 2020 verður 9. nov. 2015 kl. 10.00 í Vinnuhúsinum.

Í sambandi við, at Granskingarráðið hevur vitjan av serfrøðinginum, Anne Haglund-Morrissey, ráðgeva í Directorate-General for Research and Innovation, verður kunnandi fundur í Vinnuhúsinum fyri vinnuna um møguleikarnar at luttaka í Horizon 2020.

Mett verður, at føroyskar fyritøkur kunnu fáa góðar menningar- og vakstrarmøguleikar, um tær søkja stuðul úr Horizon 2020 ella eru partur í einari umsókn við fleiri samstarvspørtum. Umframt fíggjarligan stuðul skal fyritøkan hugsa breitt, troyta síni netverk uttanlands og byggja upp altjóða samstarv, sum gevur innlit í nýggjar marknaðir. Á fundunum verður greitt frá møguleikunum hjá føroyskum fyritøkum í Horizon 2020 og dentur verður lagdur á tvørgangandi evni sum t.d. tøkni og flytføri.

Samstarv millum fyritøkur og granskingarstovnar er týdningarmikið í Evropa í dag og ætlanin er, at Anne Haglund-Morrissey skal geva okkum íblástur til, hvussu vit á skynsaman hátt skipa samstørv í Føroyum og uttanlands, soleiðis at vit til fulnar kunnu gagnnýta møguleikarnar í Horizon 2020.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl