Kunnandi tiltak um keypsportal

16. oktober. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag bjóðar limum felagsins til kunnandi fund um keypsportal.

Tann 1. oktober varð nýggjur keypsportalur tikin í nýtslu. Framyvir skulu stórt sæð øll almenn keyp av vørum og tænastum, omanfyri eina ásetta upphædd, bjóðast út. Tí skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi, har Egon Joensen, fulltrúði í Fíggjarmálaráðnum, kemur at greiða frá um brúk av portalinum. Eisini verður høvi at seta spurningar.

Fundurin er ókeypis og verður í Norðurlandahúsinum mánadagin 21. oktober kl. 15:00. Tilmelding fer fram við at skriva til: industry@industry.fo seinast fríggjadagin 18. oktober klokkan 12:00.  

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya