Kunning um kappingarlógina: Síðsta freist í dag

10. november. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnunám skipar mikukvøldið 12. november fyri einum kunningarfundi um nýggju kappingarlógina, sum kom í gildi 1. januar 2008. Síðsta freist at boða frá luttøku er á middegi í dag.

Á fundinum koma umboð frá Kappingarráðnum m.a. at greiða frá, nær ein fyritøka er ráðandi á marknaðinum og nær ein fyritøka misnýtir eina tílíka ráðandi støðu. Tosað verður eisini um kappingaravlagandi avtalur, útbjóðingar og hvørji amboð kappingarmyndugleikin hevur til at tryggja, at ásetingarnar í kappingarlógini verða yvirhildnar.
Kunningarfundurin verður hildin á Hotel Hafnia mikukvøldið 12. november kl. 19. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 300, men tó gjalda limir í meistarafelagnum, ella øðrum arbeiðsgevarafeløgum í Vinnuhúsinum, bert kr. 200.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L