Kunningarfundur um at skipa samstarv millum byggifyritøkur

30. januar. 2012 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Týsdagin 7. Februar kl. 15-17 skipar Føroya Handverksmeistarafelag fyri kunningarfundi á Hotel Føroyum um, hvussu eitt samstarv millum byggifyritøkur kann skipast.

Hetta kann eitt nú vera viðkomandi, tá fleiri byggifyritøkur í felag ætla at bjóða uppá eina uppgávu.
Tá stingur ofta spurningurin seg upp, hvussu eitt slíkt samstarv formliga skal skipast.
Á fundinum fer Annfinn V. Hansen, advokatur, m.a. at greiða frá, hvørjir møguleikar eru at skipa eitt samstarv, hvørjar avleiðingar samstarvshátturin hevur, og hvat man serliga skal hugsa um í hesum sambandi. Høvi verður at seta spurningar eftir framløguna.
Tiltakið er bert fyri limir í Føroya Handverksmeistarafelag og lokalfeløgunum, og er ókeypis.
Tilmelding á industry@industry.fo í seinasta lagi týsdagin 7. Februar kl. 12.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya