Hósdagin 23. apríl 2015 skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningarfundi um nýliga samtyktu Design-, Patent- og Vørumerkjalógina umframt lógina um brúksmodellir.
Hesar lógir eru dagførdar í februar 2014, og tiltakið fer at varpa ljós á týdningin, sum hesar broytingarnar hava fyri føroysk vinnurekandi.
Fundurin er viðkomandi fyri tey, sum hava tørv á at verja uppfinningar, vørur, design og annað. Endamálið við lógunum er m.a. at gera tað lættari hjá smáum virkjum at verja síni rættindi, og á fundinum verður greitt frá nær lógirnar eru viðkomandi og hvussu hetta verður gjørt.
Anette Tofteng og Flemming Kønig Mejl, chefkonsulentar frá Patent- og Varemærkestyrelsen, koma at greiða frá lógarverkinum frá einum løgfrøðiligum sjónarhorni. Eisini luttekur Lars Holm Nielsen, chefkonsulent í Dansk Industri. Hann fer at greiða frá hvørjar royndir danskt vinnulív hevur av hesum lógum. Luttakarir fáa eisini høvi at seta spurningar.
Tiltakið verður frá kl. 14.00-17-00 í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7, Tórshavn.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til jorun@industry.fo innan mikudagin 22. apríl 2015 kl. 12.00. Minst til at viðmerkja navn, fyritøku/stovn og teldupostbústað. Kostnaður fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, undirfeløgum tess og vinnugreinafeløgunum í Vinnuhúsunum er kr. 300 og kr. 500 fyri tey feløg, ið ikki eru limir.