Granskingarráðið skipar fyri kunningarfundi í Vinnuhúsinum mánadagin 10. februar kl. 14 - 16.
Horizon 2020 kom í gildið 1. januar 2014 og fevnir um stuðul til gransking og nýskapan á øllum økjum í samfelagnum. Í Horizon 2020 verður stórur dentur lagdur á at skapa vøkstur í smáum og miðalstórum fyritøkum, og hava føroyskar fyritøkur góðar møguleikar at luttaka og taka á seg avbjóðingar, sum skapa virksemi og nýggj størv.
Kunnað verður um møguleikarnar fyri stuðli og ráðgeving til gransking og nýskapan í smáum og miðalstórum fyritøkum (SME). Eisini verður víst á møguleikar fyri luttøku í altjóða samstarvi og netverkum, m.a. stuðul til flytføri millum lond (Marie Sklodowska-Curie Action).
Fundurin er serliga ætlaður vinnufyritøkum, men øll eru vælkomin.
Meira fæst at vita um tiltakið við at venda sær til Mariu Húsgarð, NCP-samskipara á tlf. 567802 ella maria@gransking.fo.
NCP-umboð hjá Granskingarráðnum leggja fram.
Umboðini eru :
Maria Dam - Umhvørvi og veðurlagsbroytingar
Hannes Gislason - Kunningar- og samskiftistøkni
Maria Skaalum Petersen – Heilsa
Jonhard Eysturskarð - Matvørur, landbúnaður, fiskivinna og biotøkni
Maria Húsgarð - NCP-samskipari, Flytføri, Smáar og miðalstórar fyritøkur, Løglig og fíggjarviðurskifti, Orka, Sosial- og búskaparvísindi og hugvísind, Ideas/ERC, People, Science in Society
Annika Sølvará – National Coordinator, Research Infrastructures