Kunningarfundur um nýggju fast-track avtaluna fyri útlendska arbeiðsmegi

15. november. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mikudagin 1. desember klokkan 15:00 verður kunningartiltak í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá um nýggju skipanina og høvi verður eisini hjá arbeiðsgevarum at seta spurningar.

Á Vinnudegnum boðaði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, frá, at nýggj fast-track skipan fyri 3. lands borgarar fór at koma í gildi. Skipanin gevur føroyskum vinnulívi betri atgongd til útlendska arbeiðsmegi, umframt at skipanin styttir viðgerðartíðina og lættir munandi um umsitingina av arbeiðsloyvum. Nýggja skipanin fer at virka frá 18. novmeber 2021.

Á kunningarfundinum kemur umboð frá Útlendingastovuni at greiða frá um nýggju skipanina, treytir og mannagongdir.

Kunningarfundurin er fyri øllum limum í feløgum í Vinnuhúsinum og byrjar klokkan 15:00. Neyðugt er at boða frá luttøku á industry@industry.fo.

Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Vinnuhúsinum fyri at kunna luttaka á Kunningarfundinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya