Mikudagin 27. mai kl. 13:00 verður ein fundur í høllini á Vinnuháskúlanum har Michael Larsen, marknaðarstjóri hjá Bureau Veritas, fer at tosa um ymiskar matvørugóðkenningar og hvønn leiklut Bureau Veritas kann átaka sær í hesum sambandi.
Føroyskir fiskaútflytarar hava leingi merkt, at kundarnir alsamt oftari spyrja eftir vørum, ið hava okkurt slag av góðkenning, sum m.a. váttar, at vøran er framleidd burðardygt. Veiðuliðið og almennir myndugleikar spæla eisini avgerandi leiklutir í hesum sambandi, og tí er helst breiður áhugi fyri einum tílíkum kunningarfundi.
Evnini á fundinum verða: ”Norska loysnin”, MSC, BRC & IFS og ISO 22000.
Norska loysnin
”Norska loysnin” er gjørd sum eitt alternativ til MSC og aðrar líknandi skipanir.
Bureau Veritas hevur gjøgnumgingið ta norsku skipanina og lýst øll viðurskifti, sum hoyra við til norska eftirlitið. Fiskiketan er lýst frá kvotum og fiskiskapi til framleiðsluvirkini, og ein lýsing er eisini gjørd av, hvussu eftirlitið við skipanini er. Við støði í hesum lýsingum hevur Bureau Veritas ásett, hvar tey ætla at gera stakroyndir, til tess at tryggja, at eftirlitið verður framt á lýstan hátt. Úrslitini av hesum stakroyndum eru síðani grundarlagið undir einari váttan frá Bureau Veritas um, at skipanin virkar soleiðis sum hon er lýst. Ætlanin hjá norðmonnum er at brúka hesa skipan sum eina mótvekt til m.a. MSC og brúka skipanina til at marknaðarføra norskan fisk við.
MSC
MSC byggir á ”code of conduct” fyri burðardyggum fiskiskapi, sum FAO gjørdi í 1995. Í løtuni er MSC einasta merkjaskipanin, ið uppfyllir altjóða krøvini hjá ST. Tað eru trýggjar súlur sum skilmarka burðardygga veiðu. Tær eru: 1) Ein fiskastovnur, sum er væl fyri, ella hevur eina skilagóða ætlan fyri endurreising, 2) at ávirkanin, sum fiskiskapurin hevur á økoskipanina er minst møguligur, og 3) at fiskiskapurin verður stýrdur effektivt.
Tá fiskurin er landaður, er tað ein annar MSC-standardur, nevniliga ”Chain of Custody”, ið fylgir vøruni frá kaiuni og til hon er pakkað.
BRC & IFS
Tað eru retailfelagsskapirnir í ávikavist UK, Týsklandi, Frankaríki og Italia, ið eiga BRC & IFS standardirnar. Retail-keturnar hava tørv á at vísa, at tær hava gjørt ”due dilligence”, tvs. gjørt alt tað tær kunnu fyri at tryggja, at vørurnar tær selja eru tryggar matvørur. Hesir standandarir hava krøv til leiðsluna, HACCP skipanina, góðskutryggingarskipanina, innrættingina av virkinum, eftirlitið við prosessum og produktum, umframt venjing og starvsfólk.
ISO 22000
ISO 22000 er altjóða standardurin, ið ISO felagsskapurin hevur gjørt og er ein leiðsluskipan fyri matvørutrygd. Standardurin er bygdur á ásetingarnar í Codex Alimentarius, sum er orðað av FAO/WHO, ið eru stovnar undir ST fyri ávikavist matvøru og heilsu.
ISO 22000 snýr seg bara um viðurskifti, sum hava ávirkan á matvørutrygdina, tvs., at nógv onnur ítøkilig krøv, sum eru í BRC & IFS ikki eru í ISO 22000. Krøv til innrætting, viðlíkahald, venjing v.m. eru bert við í ISO 22000 í tann mun hetta hevur ávirkan á matvørutrygdina.
Kunningarfundurin er almennur og ókeypis og verður sum nevnt í Høllini á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, mikudagin 27. mai kl. 13.00.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi