Kunningarfundur um Vinnugransking í Vinnuhúsinum

13. juni. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mikudagin 15. juni kl. 14.30 skipa Vinnuhúsið og Granskingarráðið fyri kunningarfundi um verkætlanar- og stuðulsmøguleikar í sjeyndu rammuskránni  hjá ES við serligum atliti til føroyskar fyritøkur.

Sjeynda rammuskráin leggur stóran dent á at stuðla og eggja vinnuligari luttøku í europeiska granskingar- og menningarsamstarvinum. Málið er, at umleið 20% av peninginum, sum verður latin úr rammuskránni skal fara til smáar og miðalstórar (SME) fyritøkur.

Á fundinum verður kunnað um møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum at luttaka í europeiskum granskingum – og menningarsamstarvi innan hesi øki :  matvøru, fiskivinnu og biotøkni, umhvørvi og veðurlagsbroytingar, KST og heilsa.

Harafturat verður eisini møguleiki at hoyra um serstøku skránna, sum er fyri SME:  research for the benefit for SMEs.

Fundurin verður hildin í Vinnuhúsinum og er ætlaður fyritøkum, ið arbeiða við gransking og menning, og sum kundu hugsað sær at hoyrt nærri um reglur, krøv og møguleikar í europeiska samstarvinum.

Skrá:

  • John D. Olsen: Vælkomin og SME skráin

  • Maria Skaalum: møguleikar innan heilsugransking

  • Maria Dam: møguleikar innan umhvørvi og veðurlagsbroytingar

  • Jonhard Eysturskarð: møguleikar innan matvøru, fiskivinnu og biotøkni

  • Hannes Gislason: møguleikar innan KST

  • John D. Olsen: møguleikar innan flytførisskipanina Marie Curie (People)

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya